Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann uppiborið á Stíf

Oliver Joensen

Sigast má, at klassamunur var á hondbóltsliðunum Stjørnuni og Stíf, sum hittust í KÍ-høllini ídag.

Men dysturin ídag var sera rótutur og merktur av óneyvleika frá báðum síðum. Stjørnan kom beinanvegin framum , men tá tað stóð 4-2 til Stjørnuna í 7. minutti kom stígur í og tá 15 minuttir vóru leiktir, stóð á jøvnum 5-5 og Stíf kom løtu seinni framum til støðuna 5-7. Men aftaná tað tók Stjørnan sær meira um reiggj og fór til hálvleiks við eini 12-8 støðu.
Í seinna hálvleiki var ongin ivi og Stjørnan dróg bara longur og longur frá Stíf og endaliga úrslitið gjørdist 26-19 til Stjørnuna.
Sigast skal eisini at Alina Olaru sat á beinkinum allan dystin og harafturat var Joan ikki heima til dystin.