Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnan kann fáa Roykivirkið í Álakeri

John William Joensen

Tórshavnar Býráð er endiliga eru farið at skilja, at tað ikki kann vera rætt, at kommunan stendur í fyrstu parkett, tá tað kemur til at trýsta prísirnar á húsaognum himmalhøgt upp.

Tá Advokatskrivstovan fyri nakað síðani lýsti Roykivirkið í Álakeri til sølu, lá býráðið enn einaferð framvið sum ein hin fyrsti áhugaði keyparin.



Aðrar vinnurekandi fyritøkur vístu seg eisini hava áhuga at keypa.

Í staðin fyri at geva vinnuni møguleikan at ogna sær roykivirkið, fekk borgarstjórin, Heðin Mortensen, saman við sínum samgongulimum í fíggjarnevndini trýst ígjøgnum, at býráðið skuldi hava møguleikan at bjóða upp til sjey milliónir krónur fyri ognina. Til hvat? Jú okkurt. Bara okkurt. Kanska Róðrarfelagið Knørr, Bátafelagið, Dartfelagið, Tórshavnar Froskmannafelag, Bjargingarfelagið. Fleiri av hesum feløgum hava sagt seg ongan áhuga at fara inn í Roykivirkið, sum krevur umbygging og umvæling fyri uppaftur fleiri milliónir krónur aftrat, um bygningurin skal kunna nýtast til nakað sum helst. Haraftrat krevur tað eina broyting í byggisamtyktini, um havnaøkið skal nýtast til ítrótt.

Tá málið kom fyri á býráðsfundin hóskvøldið í farnu viku, fall tað við einum braki. Sjálvandi atkvøddu býráðslimirnir hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum ímóti uppskotinum at keypa roykivirkið í Álakeri, men at vit fóru at fáa stuðul frá tveimum samgongulimum, tjóðveldismonnunum Leivi Hansen og Kára Árting, fløvaði. Tað var gott. Ordiliga gott.



Tøkk fyri tað, tit báðir. Bein í nøsini hava tit, tá á stendur.



Uppskotið frá borgarstjóranum og nøkrum av hansara samgongulimum at keypa upp alt, sum er at keypa av ognum í kommununi, bara fyri at eiga tær, líkist ongum.



Frammanundan er okkara kommuna ikki tann mest innbjóðandi, tá tað snýr seg um privata vinnulívið. Høvdu vit í hesum førinum forða vinnuni at bjóða upp á ognina í Álakeri við at trýstaq prísin upp, vænti eg, at fleiri vinnulívsfólk fóru at umhugsa støðuna og venda kommununi ryggin. Eysturoyggin er longu farin at gera vart við seg. Har hava tey sæð møguleikan fyri einum øktum vinnulívi við at stykkja út grundstykkir, nú arbeitt verður við einum komandi undirsjóvartunli.



Ikki tí. Tað næsta, vit kunnu vænta frá Tórshavnar býráð í sambandi við húsakeyp, verður nokk málið um Skeiva Pakkhús. Tá skal aftur kappast við vinnulívsfólk um eitt húsakeyp.



Degns hús við Tinghúsvegin stendur enn og blómar í skýmaskotininum undir Havnar Klubba. Fimm milliónir krónur til onga verðins nyttu.



Peningaupphæddin hevði komið okkum til munandi betri nyttu, um hon fór í "hattin", sum vit lata ganga runt til byggingina av røktarheiminum yviri við Strond.



Beate L. Samuelsen

Býráðslimur í Havn