Nýggja virksemi hjá Kaupthing Bank verður gjørt sjónligt við einari nýggjari heimasíðu.
Kaupthing Bank hevur fingið nýggja heimasíðu.
Sum fólk flest vita, hevur Kaupthing í Føroyum fingið bankaloyvi fyri stuttum. Í tí sambandi er Kaupthing Virðisbrævameklarafelag umskipað til banka, og tað verður nú gjørt sjónligt við einari nýggjari heimasíðu og einum nýggjum samleika á internetinum.
Nýggja síðan skal síggjast sum ein liður í, at Kaupthing Bank í Føroyum nú er partur av einari størri eind. Og sum so hevur Kaupthing Bank í Føroyum fingið eina heimasíðu við einum nýggjum sniði og nýggjari útsjónd mótvegis viðskiftafólki og øðrum, ið ferðast á internetinum.
Á nýggju heimasíðuni ber til at lesa um allar tænasturnar, Kaupthing Bank kann veita í Føroyum, nú Kaupthing er banki.
Liturin
Gamli liturin hjá Kaupthing Virðisbrævameklarafelag er í sama viðfangi skiftur út við ein myrkari og meira álitisvekjandi lit. Nýggi liturin hevur ein altjóða dám eins og sniðið á nýggju heimasíðuni undirstrikar, at Kaupthing Bank er ein altjóða banki eins væl og ein lokalur banki.
Nýggja heimasíðan er framhaldandi at finna á www.kaupthing.fo




