Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum hjá Atlantic Navigator, síðani teir byrjaðu fiskiskap fyri fimm døgum síðani.
Tað er ein vika farin, síðani Atlantic Navigator fór av Klaksvík, og sera væl hevur gingist við fiskiskapinum. Vit frætta at veðrið hevur verið sera gott hesar dagarnar, men ídag er heldur meira vindur, og sum sær út, so verður veðrið baldrugtari nú fram til sunnudagin, tá veðurmenninir spáa betur veður.
Tó so, veðrið er ikki so ringt at ikki roynandi er.
Eftir ídag at hava fiska í 5 dagar, hava tey 450 tons av surimi og umleið 130 tons av mjøli í lastini, so sigast má, at fiskiskapurin hevur verið óførur.
Nógv skip eru har á leiðini, eini 15-20 og tey hava øll góðan fiskiskap. Flestu teirra eru bert fáar dagar á leiðini og fara síðani inn at leggja veiðuna upp.
Tey umborð á Atlantic Navigator lata heilsa heima og siga at tey øll hava tað gott




