Týsdagin 6. februar var Hilmar Anthoniussen, sum er í starvsvenjing á Norðlýsinum við myndatólinum í Mikladali
Annan dagin í starvsvenjing fór eg norður á Kalsoynna at taka nakrar myndir av Mikladali. Tað var gott veður, so eg byrjaði við at fáa mær nakrar myndir av nýggja fótbóltsvøllinum, sum enn ikki er liðugur. Síðan ein túr oman á keiina. Har var eitt sindur av vindi og brimi, men tað gav bara betri myndir.
Í bygdini vórðu nakrar broytingar gjørdar, so sum at vegur var lagdur beint við kirkjugarðin omanfyri kirkjuni. Aftaná ein túr niðri í bygdini fór eg niðan í viðarlundina. Har fekk eg nógvar góðar myndir.
Aftaná Kalsoyar-túrin fór eg so inn aftur til Klaksvíkar umborð á Sam.
Meira um fótbóltsvøllin í blaðnum fríggjadagin.




