Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíggju nýggj frímerki

John William Joensen

Mánadagin 12. februar 2007 gevur Frímerkjadeildin út nýggj frímerki.

Út kemur eitt frímerkjaark við tíggju frímerkjum, ið lýsa  søgnina um kópakonuna. Edward Fuglø hevur teknað myndirnar.

Tvey frímerki av gomlum steinprentum verða somuleiðis  givin út. Upprunaligu steinprentini stava frá 1839 og eru frá eini franskari rannsóknarferð í Norðuratlantshavi.
Fyrra myndin sýnir rannsóknarskipið “La Recherche” við Nólsoynni í baksýni meðan hin myndin er av Skælingsfjalli. 

Frímerkjadeildin hevur lagt til rættis.

"Alduorka" er heitið á seinasta frímerkinum á hesum sinni.  Hetta er ein felags frímerkjaútgáva saman við Íslandi og  Grønlandi, har evnið "umhvørvisvinalig orka" verður lýst.  Føroyska ískoytið lýsir alduorku, meðan tað íslendska og grønlendska ávikavist lýsa jarðarhita og vatnorku.

vinaliga
Frímerkjadeildin

Harleywoodpaint