Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alfred Olsen missir tveir týðandi nevndarsessir

Norðlýsið

Løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum á einum av komandi tingfundunum

Alfred Olsen missir sessin sum formaður í rættarnevndini og harumframt missir hann eisini sessin í vinnunevndini. Tað hevur Sambandsflokkurin gjørt av, nú tað er greitt, at allar løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum. Alfred Olsen, sum heldur fast við, at hann ikki vil vera partur av samgonguni, hevur harafturímóti fingið bjóðað ein sess sum vanligur limur í trivnaðarnevndini.

Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen sigur, at Sambandsflokkurin hevur lagt nógva orku í at fáa Alfred Olsen við aftur í samgonuna, men tá hetta ikki eydnaðist, so má tað hava sín prís. “Harvið er málið avgreitt frá okkara síðu, og vit kunnu halda fram við arbeiðinum í samgonguni, við somu styrki sum áður”, sigur Kaj Leo Johannesen.