Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá ið dritið verður í egið reiður

Norðlýsið

Onki hevði verið meira sjálvsagt, enn at Eysturoyggin í framtíðar kommunalum samstarvi fekk møguleikan at virka sum ein eind.

Í gjár viðgjørdi tingið á triðja sinni løgtingsmál nr. 36/2006 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur.

Formaðurin í rættarnevndini, Alfred Olsen, tingmaður Sambandsfloksins í Eysturoy, hevði í álitinum fløkt seg upp í størsta minnilutan, sum mælti tinginum til, at reka Eiðis Kommunu av oynni. Upp í Sunda Kommunu, sum hevur sítt høvuðssætið og sína kjarnu í Norðstreymoy.

Eiðis Kommuna hevur í viðgerðini verið á vitjan í rættarnevndini, og sum skilst, høvdu eiðismenn og teirra kommunalu samstarvsfelagar í oynni, ynski um sjálvir at eiga møguleikan, at gera av valið, um sína framtíð í kommunalum høpi. Annaðhvørt hon skuldi liggja í samstarvi í oynni ella í aðrari oyggj. Finnur Helmsdal og Bill Justinussen settu, sum ein annar minniluti, hetta uppskotið fram. Tað var felt á tingi í gjár. M.a. av rættarnevndarformanninum av Toftum.

Uppskotið hjá Alfred Olsen & Co. varð samtykt. Harvið fekk Fólkaflokkurin (les: Heðin Zachariassen og Jacob Vestergaard) fullan valuta fyri trýstið, teir í prosessini hava lagt á Alfred. Tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður.

Táið hann ikki megnaði tað í gjár, eftir óteljandi spurningar, at greiða frá orsøkini til hesa heilt margháttligu støðu, fari eg hervið at heita á Alfred Olsen um at greiða føroyingum frá, og serliga eysturoyingum, hví hann gekk ímóti ynskinum hjá eiðisfólki, um at fáa møguleikan at velja sjálvi, um tey í kommunalum samstarvi frameftir, møguliga skuldu velja at vera innanfyri heilt natúrligu geografisku mørkini kring Eysturoynna?