Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SARA í Mentunarhúsinum

Hannefía Joensen

SARA verður við í Mentunarhúsinum leygardagin 10 feb. við undirklæðum

Leygarkvøldið 10. februar verður DJ og mótashow í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hesaferð eru tað fólk úr Klaksvík, ið skipa fyri bæði undirhaldinum og sjálvari mótasýningini. Martin Kjærbo, eisini kendur sum DJ-Cool, stendur fyri tónleikinum hetta kvøldið, meðan fremsti handilin innan undirklæðum, SARA, fer at hava eitt spennandi og avdúkandi mótashow.

Skipað er fyri góðum busssambandi, og heita fyrireikarar á fólk um at bíleggja pláss skjótast gjørligt, av tí at koyrt verður einans, um nóg nógv tekna seg.

Tilmelding kann gerast á:
Klaksvíksleiðin: 50 52 20
Havnarleiðin: 59 59 59
Vága/Vestmannaleiðin: 21 77 72
Eysturoyaleiðin: 50 52 20

Tiltakið byrjar kl. 00:30 og kostnaðurin er 120 kr. 


Kelda:
portal.fo