Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur – meistardeildin menn:

Oliver Joensen

Sera óvæntað tapti ÍF ímóti Fram mikukvøldið í Hoyvíkshøllini, og nú er kappingin hjá monnunum púra opin.

Flogbóltur – meistardeildin menn:
ÍF tapti fyri Fram og gav Mjølni nýggjar FM-vónir

Sera óvæntað tapti ÍF ímóti Fram mikukvøldið í Hoyvíkshøllini, og nú er kappingin um føroyameistaraheitið í meistaradeildini hjá monnum aftur púra opin millum ÍF og Mjølnir, sum møtast í Klaksvík í einum ordans oddabraki tann 25. februar.

Leygardagin tann 17. februar bresta bestu mansliðini hjá ÍF og Mjølni saman í sjálvari tí stóru steypafinaluni, har avgerast skal, hvat av hesum báðum oddaliðunum fer at vinna steypakappingina.
Men tað er ikki bara í steypakappingini, at ÍF og Mjølnir kappast um gull og heiður, tí somu lið liggja sum ávíkavist nr. 1 og 2 í meistaradeildini, nú endaspurturin av álvara fer at byrja.

ÍF hevði annars vunnið sær eina leiðslu upp á 3 stig framman fyri Mjølnir, men henda støða broyttist mikukvøldið, tá fuglfirðingar taptu 2-3 fyri Fram í Hoyvíkshøllini.
Hesin ósigurin hjá ÍF gevur Mjølni nýggjar vónir um FM í ár, tí nú hava klaksvíkingar aftur møguleikan sjálvir at tryggja sær FM-heitið við at vinna allar teir írestandi 4 dystirnar
Ein av hesum dystum verður tann 25. februar, tá ÍF kemur á vitjan í KÍ-høllini – ein dystur, sum óivað verður sera avgerandi fyri plaseringina av FM-heitinum í ár.

Men allir dystir eru torførir og krevjandi, so als einki er avgjørt enn. Fyrst mugu teir í Mjølni vinna dystin nú sunnudagin tann 11. februar ímóti Fleyr í Gundadalshøllini.
Vinnur Mjølnir hendan dystin, so liggja teir sera væl fyri í meistaradeildini, áðrenn steypafinaluna ímóti ÍF og síðani heimadystin ímóti sama liði í landskappingini.

Meistaradeild menn
Seinast dagførd 08/02-2007
Støðan    Dystir    Sett    *
Lið           leiktir    vunnir    taptir    vunnin    tapt    munur    Stig
ÍF            13         11         2           35          16       19          15
Mjølnir     12           9         3           30          17       13          12
Fram       13           7          6          26           26         0          10
Fleyr    13           4          9          19            31     -12            6
SÍ            13          1        12           18          38       -20           1