Rómurin var óførur í Ítróttarhøllini í Havn, tá kvinnufinalan var lagt. Men tað er at harmast um at hátíðarløtan var so illa fyriskipað.
Vit kendu okkum snýtt, vit sum høvdu leitað okkum úr Klaksvík og til Havnar at hyggja eftir hondbóltsfinaluna. Við hurðina fingu vit at vita, at vit sluppu ikki inn við bert at gjalda fyri ein hondbóltsdyst. 100 krónur skuldu gjaldast í atgongumerki og tá kundu vit hyggja eftir báðum dystunum.
Tosaði við ein vestmenning, ið kom til seinna dystin, hann var rættuliga í øðini um at skula gjalda fyri kvinnufinaluna fyri at sleppa inn at síggja VÍF í mansfinaluni.
Harafturat gjørdist rættuligt kaos í ítróttarhøllini á Hálsi tá kvinnufinalan var liðug. Sum um kvinnufinalan als ongan týdning hevði, byrjaðu menninir upphiting áðrenn rómurin rættuliga hevði lagt seg, og tá vit skuldu taka myndir av vinnarunum í kvinnufinaluni, máttu vit biðja menninar um loyvi.
Hetta eigur at vera gjørt betur næstu ferð. Men her eru so myndirnar og einaferð enn, tillukku Stjørnan.




