Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir næstbestu vunnu

Norðlýsið

Okkara menn í Mjølni drógu longra stráið ímóti Fleyr og vunnu við settmuninum 3-1.

Tey bæði oddaliðini í 1.deild hjá monnum, Mjølnir og Fleyr, brustu saman sunnukvøldi í Havn og okkara menn drógu longra stráið og vunnu við settmuninum 3-1.

Tað sum hevur ligið í luftini leingi, var endaliga staðfest sunnukvøldi. Mjølnir og Fleyr hava nevniliga stríðst um oddastøðuna í longri tíð og dysturin kom veruliga at leggja sjógv ímillum liðini bæði. Mjølnir tapti fyrra dystin í Klaksvík, so teir høvdu hevnd til góðar og tað sást á manningini at teir ætlaðu sær ikki onki. Umframt Trúgva Poulsen, sum í ár hevur geara eitt sindur niður, vóru bæði Rúni Elttør, Karsten Joensen og Leif á Stongunum á liðinum. Hetta gav liðinum veruligt bit í álopið og havnarmennirnir høvdu stórar trupulleikar at demma upp fyri tí áhaldandi álopsspælinum hjá Mjølni. Ikki tí, Mjølnir hevði gott fólk á hinum plássunum eisini og tríggjar mans á beinkinum. Uppleggingarmennirnir Jón Kári í Brekkuni aka. Gaja og Jóhann Lutzen høvdu veruliga ein luksustrupulleika, tí mennirnir rundanum teir vóru so grammir eftir at sleppa at buldra bóltarnar niður Fleyrmegin. Jóannes Poulsen hevði funnið sær knæskinnararnar fram aftur og loypti tíðum hvøkk á havnarmennirnar við sínum “hálvhøgu” inni á miðjuni. Eisini var stuttligt at síggja unga Ólavur Jacobsen fáa nakað av spælitíð, tá hann kom inn fyri ein troyttan Jóhann. Ólavur er av góðari flogbóltsætt, hann er nevniliga sonur ongan minni enn Jógvan Jacobsen, vanliga nevndur Jógvan hjá Álvheðin, sum í mong ár var fastur fúsur á fremsta mansliðinum hjá Mjølnir.

Mjølnir liggja nú á odda í landskappingini og spennandi verður at síggja hvussu tað fer at hilnast í síðsta dystinum móti fuglfirðingum 25. februar. Koyr á Mjølnir!

Harleywoodpaint