Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útløgukattar kunnu gerast tamir

John William Joensen

Men tað er trupult og tí eigur ein at ansa sær, verður sagt frá Djóralæknatænastuni

Vit ringdu til djóralæknatænastuna í Havn at spyrja um útløgukattar.



– Ein krevur at ansa sær tá ein hevur við útløgukøtt at gera.

– Um ein finnur kettlingar undan útløgukatti so kann ein sjálvandi fáa teir at vera tamar.

– Men um ein ímyndar sær at fáa eina fitta kettu burtur úr sum skal sita í stovuni, so er tað sera trupult og krevur hart arbeiði.

– Um ein vil sleppa av við teir er at boða politinum ella kommununi frá.

– Eru kettlingarnir eldri enn 8 vikur, so eru teir ávirkaðir av mammu síni og tá er neyvan vert at royna at temja fressin.

– Um ein tekur kettlingin til sín og hevur mistanka um at hann er undan útløgukøtti so er kanska smart at geva honum heilvág móti ormi.