Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar hava fingið nýggjan venjara

John William Joensen

Kvinnuliðið hjá KÍ hevur fingið nýggjan venjara. Jón Harald Poulsen, sum hevur vant liðið nógvu undanfarnu árini, er farin til EB/Streym, og nú fáa kvinnurnar so nýggjan venjara

Nýggjur venjari er 38 ára gamli Alexander Djordjevic. Hann hevur spælt og verið venjari í KÍ síðani 2001, og hann er í holt við at taka B-venjaraútbúgvingina hjá FSF. Alexander Djordjevic hevur onkuntíð áður verið hjálparvenjari hjá kvinnunum, og í fjør vandi hann 1. deildarliðið hjá KÍ. Nú skal Alexander so hava ábyrgdina av kvinnuliðnum hjá KÍ, sum hevur verið meistari sjey ár á rað.



Mánakvøldið 12. februar kl. 21.00 verður spælarafundur fyri kvinnurnar á Loftinum í KÍ-høllini, og venjingin byrjar týskvøldið.