Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Djurholm libiraliserar Rúsdrekkalógina

John William Joensen

Skeinkistøð fáa nú loyvi til at selja rúsdrekka út av húsinum, at skeinkja uttandurða, umframt at loyvt verður at keypa rúsdrekka upp á borg og til lægri prisir

Tey, sum hava matstøð og skeinkistøð, fegnast stórliga tí kunngerðin, sum Landsstýrismaðurin í Vinnumálum nú hevur sett í verk, er stórsta libraliseringin av rúsdrekkalógini síðan rúsdrekkasølan var sett á stovn í 1992. 



Broytingarnar í kunngerðini fyri Rúsdrekkasølu Landsins: 



….loyvt at geva avsláttur í prísinum, eitt nú mongdaravsláttur, og at selja uppá borg, til skeinkingarloyvishavarar og onnum, ið hava loyvi til víðarisølu av rúsdrekka….. 



…..loyva loyvishavara at skeinkja uttandura á avmarkaðum øki uppat skeinkigaloyvisstaðnum…… 



…..loyva matstovum, ið hava skeinkingarloyvi at selja rúsdrekka út úr húsinum……. 







Liberalisering – so tað munar



Fólk sum Norðlýsið hevur tosað við siga at lógin er kærkomin hjá skeinkingarstøðum og hóast søkjast skal um loyvi frá loyvisnevndini so verður tað munandi lættari hjá skeinkistøðum at fáa hendir á bíligari rúsdrekk og at selja rúsdrekka saman við mæti út av húsinum. 



Tað er sum sagt landsstýrismaðurin í Vinnumálum sum hevur lýst kunngerðina og hon kemur í gildi so skjótt sum kunngerðarblaðið er á gøtuni. 





Meira seinri

Harleyfacadeacryl