Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddaliðini hittast sunnudagin

Oliver Joensen

Lagt er upp til oddbrak í KÍ-høllini sunnudagin,
tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av Neistanum.
Stjørnan er oddalið við 13 stigum, meðan Neistin er
á øðrum plássi við 12 stigum. Dysturin byrjan kl. 15.

Nýkosnu steypavinnarnir skulu rættiliga í eldin um
vikuskiftið. Leygardagin skulu tær út á Skála at leika móti
StÍF, og sunnudagin verður leikt í KÍ-høllini móti Neistanum.
Skal Stjørnan varveita fyrsta plássið, og tað kann
koma at hava stóra týðning, tá finaluumfarið byrjar,
so skulu báðir dystirnir helst vinnast.
Sunnudagin verður høvi hjá viðhaldsfólki á heilsa uppá
nýkosnu steypavinnaranar, tá tær á heimavølli taka ímóti
Neistanum, sum vann steypafinaluna í fjørð móti júst
Stjørnuni. Tað er onki at ivast í, at Neistakvinnur fara at
geva Stjørnuni ein skarpan gang, men verða stjørnukvinnurnar
líka uppsettar og ágrýtnar frá fyrsta bríksli av, sum tá tær leiktu
í steypafinaluni, so skal tað nok ganga.