Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator rekord túr

Norðlýsið

Í løtuni er Atlantic Navigator eini tíggju fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni á veg heim.

Sum Norðlýsið skilir er Atlantic Navigator á veg heim við fullari last. Teir hava fingið uppí lastina eftir bert 19 døgum. Hetta er tann besti túrunum teir nakrantíð hava gjørt. Í lastini hava teir 1417 tons av surimi og 467 tons av mjøli.



Atlantic fór av stað seint á kvøldi tann 31. januar og í dag er 19. februar.



Atlantic Navigator kemur á Klaksvík í kvøld kl. 22. Byrjað verður at landa tíðliga týsmorgunin.



Mynstrað verður aftur mikumorgunin kl. 8:00.