Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prosjekt Glansbílætasamlararnir

John D. Olsen

Marta og Bogi halda, at tað hevur verið viðkomandi, spennandi og mennandi at hava arbeitt við ‘Glansbílætasamlararnir’

Marta og Bogi halda, at tað hevur verið viðkomandi, spennandi og mennandi at hava arbeitt við Glansbílætasamlararnir. Prikkurin yvir i’ið var, tá tey fingu møguleikan at hitta sjálvan høvundin.

Millum næmingarnar, ið hava lisið og arbeitt við skaldsøguni Glansbílætasamlararnir eftir Jóanes Nielsen, eru Bogi Steingrund og Marta Maria Ólavsdóttir. Tey eru ávikavist næmingar á 2. HH og FHS. Í eini av skúlastovunum fingu vit eitt stutt prát um verkætlanina, og hvussu tey upplivdu dagin, tá rithøvundurin sjálvur kom til undirvísingina.

Prosjekt

Bogi er ikki tó ikki heilt greiðir yvir um tað í veruleikanum er eitt prosjekt, sum tey hava arbeitt við, nú tey hava lisið Glansbílætasamlararnir, men tey hava arbeitt miðvíst við at skilja bókina, heldur hann.

“Projekt og projekt, tað veit eg ikki, men vit hava lisið hesa bókina grundiga og dúgliga prátað og kjakast um hana í skúlanum. M.a. hava vit arbeitt miðvíst við persónunum í bókini fyri at skilja teirra bakgrund, og hvussu teir eru. Eisini hava vit hugt nærri at tíðini, tá søgugongdin gongur fyri seg” sigur Bogi.

“Vit hava roynt at komið eitt sindur afturum tekstin”, leggur Marta uppímillum. “Vit hava arbeitt við málburðinum og myndamálinum í verkinum, fyri á tann hátt royna at fáa eina fatan av umstøðunum í bókini, og um høvundurin møguliga hevur ein ávísan boðskap at fortelja, sum kanska liggur fjaldur í tekstinum”, sigur hon víðari.

Ikki funnið uppá at lisið bókina

“Eg haldi ikki, at tað hevur verið nakað serliga gevandi at arbeiða við hesi bókini. Ikki á tann hátt, at eg havi fingið eina størri fatan av lívinum; men hinvegin hevur tað verið áhugavert at lisið eina søgu, ið lýsir nøkur viðurskifti sum vóru tá. Nøkur faktuell viðurskifti og nøkur skaldslig viðurskifti. Í grundini síggi eg Glansbílætasamlararnir sum eina góða bók”, sigur Bogi.

“Eg roknaði ikki við, at ein maður sum Jóanes Nielsen, sum sá gamal út, skrivaði uppá handan mátan, sum hann ger. Tá hann kom her í dag, hugsaði eg, at hann als ikki sá fúlur út. Tað er áhugavert, at ein føroyingar, sum fór til skips sum heilt ungur og ikki hevur serliga nógva skúlagongd, skrivar uppá handan mátan og hugsar so nógv um lívið”, hugleiðir Bogi.

Marta, sum hevur lisið bókina tríggjar ferðir, er ikki samd við Boga í hesari lýsingini. “Eg hevði ikki funnið uppá at lisið hesa bókina, um tað var fyri handlingina í henni. Glansbílætasamlararnir er ikki ein av teimum bókunum, sum eg hevði tikið upp í hendurnar, um eg skuldi hugna mær við eini bók. Eg kundi ikki funnið uppá at sitið við henni á sofuni har heima. Men eg haldi, at hon er skek og spennandi at granska í. Tað eru nógvir ymiskir smálutir og nógv spennandi ting at finna í bókini; m.a. hvussu føroyingar taka ímóti nýggjum avbjóðingunum, tá HIV gerst ein veruleiki í Føroyum. Tað hevur verið gevandi at síggja, hvussu persónarnir eru skaptir, og hvørjar relatiónir teir hava hvør við annan”, sigur hon.

Tey eru bæði samd í, at hendan verkætlanin hevur verið spennandi, og var tað prikkurin yvir i’ið nú høvundurin sjálvur vitjaði á Handilsskúlanum við eini hugleiðing um hansara lív sum rithøvundur.

Fakið

Bogi heldur at miðvísa arbeiðið við bókini hevur givið honum nógv og hevur hon gjørt fakið lættari og meira áhugavert. Hann heldur, at tað er stórur munur á at lesa gamlar yrkingar heldur enn eina skaldsøgu, sum er meir nútíðarkend.

“Tað, sum eg havi bitið merkið í og dámt rættiliga væl, er mátin, ið høvundurin hevur valt at greiða frá uppá. Myndatalan hjá honum er nútímans og mátin hann fortelur uppá er nýggjur og frískur. Hetta gevur lesaranum eitt nógv tættari forhold til tekstin”, greiðir Bogi frá. Marta tekur undir við honum og sigur, at “tað hevur verið áhugavert at lisið bókina, tí hon líkasum rakar beint inn. Jóanes brúkar eitt einfalt og greitt mál, sum ger søgugongdina lætta og áhugaverda.”

Tingini sum tey eru

Tað er eingin loyna, at Jóanes Nielsen, er ein av teimum høvundunum í Føroyum, ið ikki hevur verið bangin fyri at siga tingini soleiðis um tey eru. Hann hevur fleiri ferðir nágreiniliga skrivað um tabu evni. Í Glansbílætasamlararnir hevur hann, sum tann fyrsti, lýst hvussu tveir menn hava kynsligt samband. Hann leggur heldur ikki fingrarnar ímillum við grovum málsligum vendingum og kontroversiellum trúarligum útsøgnum.

Hetta hevur ikki forðað teimum báðum ungu næmingum á Handilsskúlanum at njóta bókina. “Fyri mítt viðkomandi er bókin meira áhugaverd, tá nøkur umstrídd evni verða tikin upp og ávísar støður verða lýstar, sum vit ikki vanliga síggja í føroyskum skaldskapi”, sigur Bogi. “Tá vit so spurdu Jóanes í dag, hví hann skrivaði soleiðis, segði hann, at tað er neyðugt, um tú vilt vera rithøvundur, at tú ikki avmarkaðar veruleikan. Hetta eri eg samdur við honum í. Um tú avmarkar teg og harvið ikki lýsir allan sannleikan, so kann tað geva eitt misálit á rithøvundin”.

“Áðrenn eg var byrjað at lesa í henni hevði eg fleiri ferðir hoyrt, at Glansbílætasamlararnir var ein pervers bók. Men nú tá eg sjálv havi lisið hana, so má eg siga, at eg hevði roknað við, at hon var grovari enn hvat hon í veruleikanum er. Eg haldi tó, at grovar senur loypa eitt sindur meir upp í eyguni, tá tær verða lýstar á skrift, enn tá ein sær tær í filmum”, sigur Marta.

Spennandi vitjan

Marta er vælnøgd við at hava havt møguleikan at hitt høvundin, sum hevur skrivað bókina, ið hennara flokkur hevur arbeitt við seinastu tíðina. Hon er serliga glað fyri at hava havt møguleikan at spurt høvundin spurningar um bókina og fingið svar aftur beinleiðis frá rithøvundinum. “Nøkur viðurskifti í bókini, sum eg havi hugsað nógv um, havi eg nú havt møguleikan at spyrja høvundin. Tað var spennandi at hoyra hvussu Jóanes greiddi frá um teir spurningarnar, ið vit høvdu gjørt í felagsskapi og teir og sum hvør einstakur hevði. Hugspennandi var eisini at hoyra, hvussu hann sjálvur hugsaði um bókina,” sigur Marta.

Bogi var eitt sindur bilsin av at síggja ein tilkomnan mann, sum var komin væl upp til aldurs, av tí, at hann hevði ímyndað sær ein yngri høvund. Burtursæð frá tí, so var tað spennandi at hann tímdi at greiða frá eitt nú um hansara lív sum rithøvund og hansara áskoðan uppá fleiri ymisk mál. “Eitt nú var eg bilsin av at hoyra, at Jóanes segði, at hann ikki trúði, at rithøvundar knappliga fingu listarligan íblástur til at skriva, men fyri hansara part, so snúði tað seg um disiplin og hart arbeiði.”

Bæði eru tey samd í, at miðvíst skúlaarbeiðið við eini skaldsøgu har rithøvundurin sjálvur kemur at greiða frá og svara spurningum, er ein mennandi, spennandi og viðkomandi máti at arbeiða uppá.