Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnasvimjing í svimjihøllini í kvøld

Oliver Joensen

Svimjihøllin í Klaksvík ger nógv burturúr Torradøgunum, í kvøld verður hugnað um høllina við livandi ljósum, dempaðum ljósi, kaffi, juice og øðrum.

Ímillum kl. 20 og 22 í kvøld verður sokallað "stillsvimjing" í Svimjihøllini í Klaksvík, har hugnin kemur í fremstu røð. Vatnið er heitari enn vanligt og harafturat verður nógv gjørt burturúr hugnanum í høllini.

Í gjárkvøldið var áhugavert átak, har Jóhan David Joensen stóð á odda fyri frálæru í kajakvending. Tað er nevniliga so, at skalt tú rógva við kajak, so er umráðandi at tú dugur at koma upp aftur, um so er at kajakkin koppar. Hetta kynstrið sluppu fleiri at royna í gjárkvøldið.

Janus Joensen frá Faroe Dive var samstundis í høllini og gav frálæru í frosking. Faroe Dive hevur nevniliga eisini frálæru í frosking um hendir.