Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic harða lending í Vágunum

Oliver Joensen

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum lendið fyri løtu síðani, var fyri somikið harðari lending at bæði dekkini í aðrari síðuni punkteraðu.

Magni Arge, stjóri á Atlantsflog sigur við Norðlýsið, at enn er ógreitt hvør orsøkin er til at dekkini punkteraði. Nakað av síðuvindi var og tí var ein eitt sindur hørð lending. Tá flogskiparin vendið flogfarinum og skuldi koyra til terminalin var hann varðugur við at dekkini vórðu punkteraði í aðrari síðuni og tí steðgaði hann flogfarinum og ferðafólkini vórðu koyrd inn til terminalin.

Hvat er hent vita vit sum sagt ikki enn, men tað er nakað sum týður uppá, at eitthvørt við ABS skipanini ikki hevur virkað sum tað átti, og hevur hetta møguliga verið ein orsøk til punkteringina.

Tað var als ongantíð nakar vandi fyri flogfari ella ferðafólkum.