Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað hevur viðra illa í februar

Oliver Joensen

Hetta sigur útróðrarmaður, sum vit tosaðu við í kvøld. Men fiskiskapurin hevur verið hampuligur tá tað hevur verið klúgvandi.

Flestu útróðrarbátarnir í Klaksvík hava fingið sera lítið burturúr februar mánað í ár, ja, sum onkur tók til hetta var helst ein av teim vánaligastu februar til veður.
Tó, tá tað hevur verið klúgvandi hevur verið hampuligt at fingið. Bátarnir hava ligið um 100 pund á stampin og onkrir hava fingið meira.
Fyri tað mesta hava útróðrarbátarnir verið norðanfyri. Men mánadagin vóru tríggir í Svínoyarhavinum, Líðhamar fekk 9.000 pund, Háenni 7.000 pund og Kallanes 6.000 pund.
Besta tíðin í Svínoyarhavinum plaga menn annars at rokna við at vera seinni út á várið.
Tað, sum tó hevur hjálpt væl til hjá útróðrarbátunum er, at prísurin hevur verið í topp.