Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ægir-stevnan í Klaksvík síðsta vikuskiftið: Beinir E. Danielsen ein av Føroya bestu

Hannefía Joensen

Rituvíkingurin Beinir E. Danielsen, sum vann 3 gull- og 2 silvurmerki á Ægir-stevnuni síðsta vikuskiftið, er ein av Føroya allar bestu svimjarum, serstakliga á styttru teinunum, har hann er í fremstu røð í frí-, firvalda- og bringusvimjing – tí er Beinir sera sterkur í blandaðari svimjing, har tað jú ræður um at vera góður í fleiri kappingargreinum.

19 ára gamli Beinir Eyðunsson Danielsen er úr Rituvík, har hann býr hjá foreldrunum, Mariu og Eyðun Danielsen.

Hvønn morgun fer hann við bilinum suður til Havnar, har hann starvast sum bilmekanikaralærlingur hjá P/f Øssur Johannesen.

Tað kann sostatt verða liðið eitt sindur út á seinnapartin gerandisdagar, áðrenn Beinir er aftur í túninum í Rituvík, men hetta forðar ikki honum at brúka sera nógva tíð til eitt serligt frítíðarítriv, har hann hevur serliga góðar gávur.

Beinir er nevniliga sera gávuríkur kappsvimjari.



Stuðlaður

heimanífrá


Norðlýsið hitti Beinir í svimjihøllini í Klaksvík í sambandi við Ægir-stevnuna seinasta vikuskiftið, har eisini foreldrini vóru komin at hyggja at soninum.

– Eg byrjaði at svimja kapp sum 7 ára gamal og havi síðani brúkt sera nógva tíð upp á svimjingina, sum sanniliga eisini hevur givið mær nógvar góðar upplivingar afturfyri, greiðir Beinir frá.

– Eg haldi, tað var í 1984, at Flot byrjaði, og mín fyrsti venjari var Fríða Lómstein, men tann, sum hevur vant meg mest, er Rúni [Gaardbo (red.)]. Aðrir venjarar, sum eg kann nevna, eru Kirstin í Hjøllum og Sørin Olsen, sum eg vandi hjá her í Klaksvík áðrenn oyggjaleikirnar í 2005.

– Men eg havi eisini fingið sera góðan stuðul heimanífrá – øll hesi árini hava foreldrini verið við mær og stuðlað mær til óteljandi kappingar.

– Nú ein er byrjaður at arbeiða, er tíðin ikki altíð tann sama at venja, men ein roynir framvegis at fáa tað at hanga saman við arbeiði, frítíð og venjing, sigur Beinir, ið sum nevnt enn er bert 19 ár og tí hevur nógv góð ár í sær enn sum toppsvimjari.



Nú er tað FM og

so oyggjaleikirnir

Beinir er ein av teimum svimjarunum, sum hava lokið kravtíðirnar fyri at koma við til oyggjaleikirnar í summar, og nú ræður um at fyrireika og brynja seg til ta luttøkuna.

Beinir er væl nøgdur við gongdina í løtuni. Serliga vóru tað úrslitini í 50m firvald og 50m bringu, har hann helt oyggjaleikakravtíðina seinasta vikuskiftið.

– Eg eri ein sprintari, tvs. at eg klári meg best á teimum stuttu teinunum, sigur Beinir, ið nokk má metast at vera ein fjølbroyttur svimjari, tí hann er góður til fleiri kappingargreinar: firvald, bringa og frísvimjing.

Av tí sama klárar Beinir seg oftast væl í blandaðari svimjing, har svimjararnir kappsvimja í fýra kappingargreinum.

– Eg føli, at eg eri komin fyri meg, og nú satsi eg upp á FM.

– Annars er ætlanin at betra tíðirnar í ár. Undir 30 sekund í 50 bringu og undir minuttin í 100m blandað. Ætlanin er at klára tað í ár, men nú fáa vit at síggja.

Aftan á FM-kappingina, sum verður í apríl, eru tað oyggjaleikirnir, sum eisini verða í summar.



Eigur onkur

føroysk met


Sum ein av okkara bestu svimjarum hevur Beinir verið við til nógvar ymiskar kappingar, bæði her heima og uttanlands fyri sítt felag, Flot á Toftum, og fyri føroyska landsliðið, har hann hevur verið við í fleiri ár.

Hann var við til Oyggjaleikirnar í 2005, og árið fyri, í 2004, luttók Beinir í NJM – Nordisk Junior Mesterskab.

Kappingarárið 2000/2001 vann Beinir Grand Prix í bólki 3, og í 2006 varð hann kosin ársins svimjari í blandaðari svimjing.

Beinir eigur eisini føroyska metið í 100m blandað, sum er 1:01.01, og í 50m bringu eigur hann bólkametið í bólki 5, sum er 31:9 sekund.



Úrslitini hjá Beinir á Ægir-stevnuni síðsta vikuskiftið vóru hesi:



50m Frí 18 – 99 ár

1 Kristian Olsen 1985 24.36

2 Beinir E. Danielsen 1988 25.07

3 Dánjal Martin Hofgaard 1989 25.27



100m Blandað 18 – 99 ár

1 Beinir E. Danielsen 1988 1:03.34

2 Jákup Øssursson 1989 1:04.39

3 Kristian Olsen 1985 1:04.63



50m Bringa 18 – 99 ár

1 Beinir E. Danielsen 1988 31.46

2 Jákup Øssursson 1989 32.74



100m Bringa 18 – 99 ár

Plac. Navn Født Opnået

1 Jákup Øssursson 1989 1:10.78

2 Beinir E. Danielsen 1988 1:12.38

3 Dánjal Martin Hofgaard 1989 1:12.42



50m Firvald 18 – 99 ár

1 Beinir E. Danielsen 1988 28.13

2 Kári Vitalis 1989 35.03



Vit takka Beiniri fyri prátið og ynskja honum bestu eydnu víðari við svimjingini!