Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borðoyarvík sum hvalvág

Oliver Joensen

Fleiri ferðir hevur verið frammi at gjørt Borðoyarvík til hvalvág. Eisini hevur ljóðað at loyvi eru fingin til at royna at reka eina grind inn har, men enn er einki hent.

Vit vóru ein túr uppi á flesjum og við Hellisenda ídag við myndatólinum. Veðrið var vánaligt, men tó er havið altíð fasinerandi at eygleiða.



Men hví hendir onki viðvíkjandi tí at gera Borðoyarvík til grindavág ella -vík. Øll vit, sum luttaka í grind, grindarakstri og drápi vita, at vit eru um at missa Klaksvík sum grindavág. Har er vorðið so trongligt, at illa ber til at stýra eini grind inn eftir vágni og hartil er ikki so tespuligt at taka grind upp allastaðni við vágna.



Aðrastaðni, eitt nú í Sandagerði í Havn hava teir gjørt eina útmerkaða grindavág við at pumpa sand upp. Eitthvørt líknandi átti eisini at latið seg gjørt um so er at hildið verður at ov lítið av sandi er, har best er atkomandi við eini grind. Eisini kundi ein vakur sandur verið eitt gott ískoytið til sera vakra frítíðarátakið úti í Grøv.