Í lýsing í Norðlýsinum fríggjadag biðjur Jógvan við Keldu, sum var ein av stigtakaranum til fyrstu Vørumessuna í Føroyum av samanhangandi framsýningum um, at fólk sum hava myndir frá hesi Vørumessuni at seta seg í samband við hann.
Tað vóru Oddmar Juul Samuelsen, Anthonius Olsen og Jógvan, sum skipaðu fyri hesum framsýning, sum var eitt nógv umtalað og væl vitjað tiltak.
Fyrsta árið var hon á Spinnaríðnum, men so kom fyrsta ítróttahøllin í Føroyum, og í 1968 og 1969 var Vørumessan so flutt oman hagar.
Á fyrstu Vørumessuni vóru fyrilestrar í samband við tøknifrøði, sum tá var talan um “holkortsystemið”, sum stjórin fyri fyritøkuna Data hevði. Eisini vóru aðrir fyrilestrar.
Norðlýsið vónar, at fleiri venda sær til Jógvan við myndum.




