Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskur við Posthúsið í Klaksvík

Oliver Joensen

Leygardagin kl. 10.00 verður høvi at keypa sær ræstan fisk, kjálkar lippur og annað gott við posthúsið.



7. b í skúlanum við Ósánna fer í september mánaði í ár eina áhugaverda námsferð til Jútlands og Norðurtýsklands. Tey fara í hesum sambandi at savna pening til ferðina og byrja verður við stórum fiskamarknaði á økinum við Posthúsið nú leygarmorgunin 10. mars kl. 10.00.
Har fara tey at selja: ræstan fisk, kjálkar, lippur og garnatálg. Eisini verður kaffi og vaflur at fáa.
Tey vóna at tikið verður væl undir við hesum tiltaki og at nógv fara at nýta henda møguleika at fáa sær góðan døgurðamat