Tá klokkan var út ímóti 18.30 í kvøld, var Norrøna leys av kaiini í Ánunum og byrjaði sín fyrsta túr av Klaksvík til Bergen.
Norrøna hevur ligið nakrar dagar við djúphavnina í Ánunum, nú túrurin til Íslands bleiv avlýstur orsakað av veðri.
Ymsar umvælingar hava verið gjørdar á skipið ímeðan tað hevur ligið í Ánunum. Millum annað hava menn frá smiðjuni Skarðhamar verið umborð og gjørt sandblásingararbeiði av bildekkinum og annað, so aktiviteturin hevur verið nógvur ímegan flaggskip føroyinga hevur ligið her.
Vit vóru ein túr við myndatólinum tá Norrøna legði frá landi og í skrivandi stund um kl. 22.40 er Norrøna komin umleið 60 fjórðingar suðureystur úr Fugloynni á veg til Bergens, har skipið væntandi verður ímorgin um kl. 16.00.




