Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski Skúli veksur

Norðlýsið

Rættulig gongd er nú komin á útbyggingina og eftir ætlan skal bygningurin standa liðugur til ársskiftið

Byggifelagið Norðhús hevur nú rættuliga fingið ferð á betongarbeiðið. Fyrstu vikurnar hevur arbeiðið verði darvað av kava og frosti, men nú fundamentini er um at vera liðug, sæst sjón fyri søgn.







Við hesi útbyggingini fær skúlin 1000 nýggjar fermetrar, sum fyrst og fremst skulu brúkast til vanligar skúlastovur og serstovur til alis-, evna- og lívfrøði. Hartil eru hølir til matvøru/prosess og miðlasavn.







Á skúlanum bíða tey spent eftir, at nýggju hølini verða tikin í brúk, tí hetta kemur at bøta munandi um umstøðurnar.

Harleyfacadeacryl