Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Áhugafelag Klaksvíkar Ítróttarfelags: Áhugafelagið hjá KÍ endurreist

John William Joensen

Áhugafelag Klaksvíkar Ítróttarfelags varð stovnað miðskeiðis í 90’unum við tí endamáli at fáa skýlið uppaftur at standa.

Endamálið er rokkið, men vit kunnu skjótt semjast um, at tað framhaldandi er brúk fyri einum áhugafelag hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag í Norðoyggjum, vælvitandi um Áhugafelagið í Havn. Tessvegnað vóru stig tikin til at endurreisa felagið og á aðalfundi tann 13. desembur 2006 vóru hesi mál á skránni: 

1. Frágreiðing frá farna ári v/ Signari Jacobsen:
Tosað varð um, hvat felagið hevur gjørt gjøgnum tíðirnar. Tað kom framm, at felagið ikki hevur verið so virkið seinastu árini, men nakrir busstúrar hava verið skipaðir í sambandi við útidystir og KÍ hevur verið stuðlað fíggjarliga. Eisini hevur felagið verið við til at fíggja nyggju Badminton-høllini. 

2. Framløga av roknskapi til góðkenningar:
Roknskapurin varð góðkendur. 

3. Nevndarval:
Formaður: Jóan Pauli Jacobsen
Næstformaður: Sylvan Jakobsen
Kassameistari: Símun Gullaksen
Skrivari: Hans Jacob Heinesen
Nevndarlimur: Eyðun Højbro 

4. Innkomin mál:
Ein lógarbroyting, sum fevndi um at minka tali av nevndarlimum, varð afturkallað. 

5. Ymiskt:
Tosað varð um, hvussu felagið kann broyta sítt virki.

Síðani nevnda fund hevur Símun Gullaksen, tíverri, biðið seg undan nevndarsessinum, men vil framhaldandi stuðla felagnum, men ein 4-mannað nevnd hevur hildið á.
Nevndin hevur arbeitt við at útvega limir, gera eina heimasíða, fáa bussferðir til hvønn útidyst og at útvega KÍ merchandise í samráð við Sportmaster.
Ein kann gerast limur við gjalda eina fasta upphædd hvønn mánaða.
Tilmelding fer fram á tlf. 583892, Jóan Pauli Jacobsen.
Í samband við KÍ-kappingina leggur Klaksvíkar Klubbi høli til og (komandi) limir eru vælkomnir, eins og limir í Áhugafelagnum í Havn.
Ársaðalfundur felagsins verður tann 19. mars 2007 kl. 19.00. Nærri verður lýst seinni. Vitjið okkara heimasíðu: www.ki.klaksvik.com.

Nevndin í Áhugafelag Klaksvíkar Ítróttarfelags