Broytingar eru gjørdar í leiðsluni av sp/f KÍ, sum rekur besta mansliðið og besta kvinnuliðið hjá felagnum, skrivar www.ki.fo
Palli Ziskason, nevndarlimur í sp/f KÍ skrivar á KÍ heimasíðuni:
KÍ hevur framgongd
Vit standa nú á gáttini til eitt nýtt og spennandi kappingingarár í fótbólti. Seinastu vikurnar hava okkara spælarar og venjarar fyrireikað seg væl til eitt fótbóltsár, sum bjóðar avbjóðingar bæði heima og burturi.
Broytingar eru gjørdar í leiðsluni av sp/f KÍ, sum rekur besta mansliðið og besta kvinnuliðið hjá felagnum. Kári Purkhús er nýggjur stjóri í felagnum, meðan nevndin í sp/f KÍ nú er mannað við Aksel Johannesen, sum er formaður, Torleif Sigurðsson og undirritaða.
2006 var eitt gott ár hjá KÍ, og okkara spælarar, venjarar og hjálparfólk løgdu saman við góðum stuðlum nógva orku í at fáa so gott úrslit sum gjørligt, og tað eydnaðist í stóran mun.
Framgongd var á vøllinum, har KÍ endaði sum nummar 4 og vann silvur í steypakappingini. Eisini vann KÍ sær fyri fyrstu ferð í fleiri ár rættin til at taka lut í europeiskum fótbólti.
Uttanfyri vøllin gekk eisini rímuliga væl. Fíggjarliga úrslitið varð eitt lítið hall á 35.000 krónur.
Fíggjarlig javnvág
Fótbóltur á hægsta stigi í Føroyum er nógv broyttur seinnu árini, og tað er blivið dýrt at reka eitt lið í Formuladeildini. Grundarlagið undir kappingini í Formuladeildini er tað, sum áskoðarar og lýsarar vilja gjalda fyri hesa kapping og hetta undirhald. Tí er tað umráðandi at fáa skipað fíggjarlig viðurskifti millum feløg og spælarar, og tað ber ikki til, at spælararnir kevja meira, enn áskoðarar og stuðlar vilja gjalda.
Vit hava allatíðina roynt at hava hesa javnvág í huga, tá vit gera avtalur við spælarar, og higartil hevur tað eydnast væl.
Men tað er eisini nógv annað virksemi í einum fótbóltsfelag. Ungdómsarbeiðið er umfatandi, KÍ hevur onnur vaksmannalið, sum eisini krevja sítt, og tí skal hugsast um meira enn bert fremstu liðini hjá monnum og kvinnum.
Í 2007 ætlar KÍ sær at selja atgongumerki til dystir í Formuladeildini og í 1. deild hjá monnum, og tað skal vónandi styrkja fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum nakað.
Grundarlagið er føroyskt
KÍ hevur gjøgnum árini havt nógv góðar útlendingar í felagnum, sum antin hava spælt ella vant.
Fremmandar kreftir koma og fara, men okkara 102 ára gamla felag skal halda fram, og tí mugu vit altíð hugsa um at hava góðar lokalar og føroyskar kreftir uppi í.
Í ár hava vit styrkt venjarahópin hjá okkum við heimligum venjarum, og vit rokna við, at hetta fer at styrkja felagið næstu árini. Eisini á vøllinum ger felagið nógv við at menna ungar spælarar, og tað fer at geva úrslit næstu árini.
Leiðslurnar í feløgunum kring landið upplivað ofta, at fólk – sokallaðir stuðlar – koma við áheitanum um at fáa hendan ella handan spælaran til felagið. Tá tað so verður greitt frá, hvat tað kostar at fáa slíkar spælarar til felagið, so vilja fólk stundum savna pengar til hetta. Felagið ger so avtalu við spælara upp á “forventet fangst”, og tá spælarin er komin uppá pláss, eru stuðlarnir burtur, og felagið situr eftir við rokningini. Hetta vóru fleiri dømi um í fjør, men tíbetur ikki hjá okkum.
Vit vilja framhaldandi royna at stýra felagnum skilagott, og øll mugu verða greið yvir, at tað eru fíggjarligar avmarkingar. Vit hava tó lagt eina ætlan, sum skal tryggja KÍ framgongd næstu árini, og visiónin nú sum áður er at gera KÍ til besta felag í landinum. Hetta mál æta vit at røkka saman við góðum fólki í felagnum, áskoðarum og okkara stuðlum.
Palli Ziskason




