Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator 1630 tons í lastini

Oliver Joensen

Veðrið er sera ólagaligt, frætta vit frá Atlantic Navigator, og tað kann væl vera at vit velja at sigla heim áðrenn lastin er full.

Hóast sera baldrugt veður, hevur tað gingið væl hjá Atlantic Navigator hendan túrin. Longu nú hava tey 1230 tons av surimi inni og eini 400 tons av mjøli. Tá vit tosaðu umborð íkvøld var veðrið vánaligt, einir 22 metrar um sekundið.
Vit nærkast fullum skipi, men veðurvánirnar eru sera vánaligar, so vit eru ógvuliga ótólin nú, um so er at útlit eru fyri vánaligari veðri, so venda vit stevninum móti føroyum, heldur enn at treiskast dagar afturat, so tit heima, tit kunnu rokna við at vit vera heima týsdagin ella mikudagin, men um nakað annað óvæntað hendir, so frætta tit í hvussu so er her á síðuni, lova tey umborð á Atlantic Navigator.
Vit øll lata heilsa heima, vit hava tað gott øll somul, vit hava lovað Norðlýsinum nakrar myndir av túrinum, so kanska fer tað at eydnast okkum í vikuskiftinum at senda nakrar.