Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: "Miðlan" er navn títt

John William Joensen

Á lítlari samkomu í morgun fekk nýggja móttøkan hjá Klaksvíkar Kommunu navnið Miðlan. Vinnarin gjørdist Guðrun Árting Rubeksen og fekk sostatt tær kr. 10.000,-. ið var vinnarasamsýningin.

Guðrun greiddi soleiðis frá navninum: "Miðlan" er tað at miðla og sambært føroysku orðabókini er tað "at vera millumliður í at veita upplýsingar og tílíkt." Navnið avmarkar seg ikki til nakað ávíst evni, tá hugsað verður um tað "at miðla". Navnið hevur ein breiðan týdning, og vendir sær tískil til øll. "Miðlan" er eitt stutt, greitt og einfalt orð og navn. Eitt navn, sum ikki er samansett av øðrum nøvnum og tískil ikki avmarkandi á nakran hátt. Mær vitandi er einki ávíst, sum er navngivið "Miðlan"; segði Guðrun at enda.



Miðlan letur eftir ætlan upp 16. apríl.



Fólk í øllum aldri lótu heili 82 uppskot inn til navnakappingina. Talan var um norðoyingar, avbygdafólk og útisetar.



Klaksvíkar Kommuna ynskir at takka øllum fyri innsendu uppskotini.