Í samband við fyrstu verkætlanina hjá ABC barnahjálp í Føroyum, verður skipað fyri tiltaki í Atlantis í annaðkvøld, mikukvøldið 21. mars kl. 20.00
Í sambandi við fyrstu verkætlanina hjá ABC barnahjálp í Føroyum, sum verður í afrikanska landinum Liberia, verður skipað fyri trimum kunnandi fundum undir heitinum “Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið”.
Á fundunum fer Matthew Sakeuh úr Liberia at greiða frá støðuni í landi sínum, og um hvørjar avleiðingar 14 ára langa borgarakríggið hevur havt fyri børnini har.
Eisini verður greitt frá ABC barnahjálp í Íslandi, sum varð stovnað í 1988. Felagsskapurin virkar í fimm londum og hevur um 7000 næmingar í skipanini.
Fleiri kendar sangrøddir vera at hoyra á fundunum, sum verða í:
·
·
Á Hotel Hafina í Havn, hóskvøldið klokkan 20.00
Tónleikur: Lisa Fredriksberg, Terji Vestergaard, Magni Christiansen, Torkil Mørkøre, Hannis Hansen, MC Restorff, Rebekka Petersen, Hergerð Jógvansdóttir, Sigrid Rasmussen og Tórhild Bjarkhamar.




