Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Floksting Tjóðveldisfloksins 2007 í Bygdarhúsinum í Miðvági: Flokkurin vil hava meira samband – við allan heimin

Oliver Joensen

Floksting Tjóðveldisfloksins 2007 í Bygdarhúsinum í Miðvági, fríggjadagin 23. og leygardagin 24. mars.

Floksting Tjóðveldisfloksins 2007 í Bygdarhúsinum í Miðvági:



Tjóðveldisflokkurin vil hava meira samband



– við allan heimin



Floksting Tjóðveldisfloksins verður í ár hildið í Bygdarhúsinum í Miðvági, fríggjadagin 23. og leygardagin 24. mars, har nógv mál eru á skránni:



    Tingið skal m.a. velja nýggjan næstformann eftir Karsten Hansen, har tvey valevni eru í uppskoti: Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu.



    Støða skal takast til innkomin uppskot um javnstøðupolitikk, nýtt búmerki til flokkin og um at endurskoða floksskipanina.



    Á flokstinginum verða eisini vinnararnir avdúkaðir í kappingini hjá Tjóðveldisflokkinum millum ung um at skriva sínar dreymir um einar sjálvstøðugar Føroyar.



Sum vanligt er, hevur flokkurin sett eitt serligt evni á skránna, har gestarøðarar eru bodnir at røða um. Í ár er evnið: “Úr stongsli í samband”.



Allastaðni renna føroyingar seg í forðingar fyri at virka frælst í heiminum og at menna seg við egnum samleika á javnbjóðis støði við onnur. Vinnulívið, mentanararbeiðið og politiska skipanin noyðast at finna vegir út um tær stongdu dyrnar og teir garðarnar, ið støðugt verða laðaðir – og noyðast at skifta samleika til tess at kunna virka í altjóða heiminum.



Tjóðveldisflokkurin hevur boðið tveimum gestarøðarum at siga frá sínum royndum og hugsanum:



Niels Stórá, stjóri í altjóða fyritøku í Íslandi, fer at røða um evnið:



Úr Føroyum til Íslands og út í heim – týdningurin av at vinna í einum sjálvstøðugum landi.



Beinta Gregersen, leiðari av Virkishúsinum í Klaksvík, fer at siga frá sínum royndum við evninum:



Er Klaksvík mitt í verðini? – ungdómsmentan og føroyskt mentanararbeiði í altjóðagerðini.



Eftir formansfrágreiðing og gestarøðarar verður politiskt orðaskifti, har limir Tjóðveldisfloksins fara at umrøða politisku málini, valstríðið, samgongumøguleikar o.a.



Flokstingið er opið fyri almenninginum og øll eru vælkomin.







Tjóðveldisflokkurin