Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnararnir av ritkappingini avdúkaðir

John William Joensen

Á flokstinginum blivu vinnararnir av ritkappingini sum Tjóðveldisflokkurin skipaði fyri avdúkaðir, virðislønirnar vóru handaðar seinnapartin leygardagin 24.mars.

Turið Sigurðardóttir handaði virðislønirnar á ávikavist tíggju – fimm og tveytúsund krónur.

Fyrstu virðisløn fekk Dávur í Dali fyri yrkingina “ Mín dreymur um einar sjálvstøðugar Føroyar”.

Aðru virðisløn fekk Tjóðhild Patursson fyri stuttritið “Tað fleirlitta hjartað”.

Triðju virðisløn fekk Regin Berg fyri stuttritið: “Eg droymi eisini um eitt pappírsleyst samfelag”.



Um rithøvundarnir vilja, verða innlætnu ritini at lesa her á heimasíðuni. Møguliga er ætlanin at geva øll ritini út, men støða er ikki tikin til tað enn.



Tey sum mannaðu dómsnevndina vóru:



Turið Sigurðardóttir

Petur Pólson

Rúni Nielsen

Óluvá Klettsgarð

Sjúrður Gullbein



Tjóðveldisflokkurin takkar øllum teimum sum sendu rit inn og sjálvandi eisini teimum sum vildu vera við í dømingini av innkomnu ritunum.