Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunubygnaður: Klaksvík og Svínoy tosa um kommunusamanlegging

Oliver Joensen

Mánadagin í vikuni vóru umboð fyri Klaksvíkar Býráð, Svínoyar býráð og umboð fyri landsstýrið úti í Svínoy og tosaðu saman.

Eftir viðgerð av umsókn frá Svínoyar Kommunu um luttøku í verkætlanini Gamligarður hevur Klaksvíkar Býráð samtykt taka upp samráðingar við Svínoy um verkætlanina við atliti til eina møguliga samanlegging av kommununum báðum – hesar fara væntandi at byrja í næstum.

Mánadagin í vikuni vóru Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, Kristian Fríðrik Olsen, býráðslimur og formaður í Teknisku Nevnd, Jórun Høgnesen, býráðslimur og forkvinna í Sosialu Nevnd, og John Færø býráðsskrivari á vitjan úti í Svínoy, har millum annað kommunubygnaðurin og ein møgulig samanlegging vóru á skránni.
Bygdarráðið í Svínoy er mannað av Eyðun Jacobsen borgarstjóra, Jógvan Edmund á Geilini og Jógvan Olsen, og vóru hesir allir við til fundin mánadagin.
Jacob Vestergaard landsstýrismaður og Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Kommunudeildini, vóru eisini við til hendan fundin, har teir góvu kommununum báðum ráð og vegleiðing í spurninginum um møguligu samanleggingina, og hvussu hendan kann fara fram í verki.
Ein verkætlan um eitt eldrasambýli í Svínoy, nevnd Gamligarður, er høvuðs atvoldin til, at samanleggingartankin er blivin so aktuellur nú.
Henda verkætlan var eisini til viðgerðar á fundinum, og var Hans Pauli Strøm landsstýrismaður tí eisini við til fundin saman við Kristjani Árnason fulltrúa.

Meira um verður at lesa um málið í blaðnum fríggjadagin.