Tað lá sera stórt press á Kristian tá hann skuldi svimja 100 m frí í nátt.
Beint aðrenn Kristian skuldi svimja hevði Pál Joensen úr Vági sett nýtt FO met við tíðini 55.07 sek.
Nakrar minuttir seinni hevði Kristian sligið hetta metið, Kristian svam 100 m frí við tíðini 54.43 sek.
Pál svam teir fyrstu 50 m 26.16 sek. og Kristian svam teir fyrstu 50 m í tíðini 26.32 sek.
So tað var ein øgiligur endaspurtur sum Kristian setti inn her.
Náttina til fríggjadagin skal Kristian svimja 50 m frí og tá verður spennandi at síggja um hann klarar enn eitt føroyskt met.
12th FINA World Championships
Melbourne 2007
Men’s 100m Freestyle
TOTAL RANKING
Ranking: Name YB Nation Result
1. LEZAK Jason 75 USA 49.02
2. MAGNINI Filippo 82 ITA 49.05
101. OLSEN Kristian 85 FAR 54.43
112. JOENSEN Pal 90 FAR 55.07
169. BAHOLO Thabiso 90 LES 1:22.04




