Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar er tey føroysku feløgini, ið ætlanini hjá Toda

John William Joensen

Seinastu dagarnar hevur Todi og FC Amager fingið stóra umrøðu í fjølmiðlunum. Hvar var røddin hjá føroyskum klubb fótbólti, kundi ein spurt?

Mær vitandi hevur onki samband verið millum klekingarmaskinurnar (feløgini í Føroyum) og FC Amager, ið skal avtaka øll talentini, ið føroysk feløg hava ment. Onki verður tosa um hvussu hettar skal skipast, hvør eigur rættin til leikararnar o.sfr.

Føroysk feløg hava í mong ár brúkt hópin av orku til at menna føroyskar spælarar, so hesir kunna taka við og leika við besta liðinum hjá felagnum. Um teir mest lovandi leikararnir nú skula verða lokkaðir til Danmarkar, so kemur hettar at verða eitt afturstig fyri føroyskan klubb fótbólt, og kanska kappar høvdi av teimum minstu feløgunum, har tilfeingi er lítið í forvegin.

Tað verður trupult at uppbyggja sær eina stammu av leikarum, ið skula mynda besta liðið hjá feløgunum frameftir, tí útskiftingin kann gerast so stór, at tú á hvørjum árið má byrja av nýggjum. T.d. kundu HB vinna meistaheiti 2007, við einum spildurnýggjum liði, har stóri parturin av hópinum, var egið alv, og kunna hesir leikarnir mannað besta liðið í mong ár framyvir. Men vandi er fyri at hesir nú stinga av.

Vænta ikki at føroysku feløgini huga til at lata Toda og FC Amagar stinga av við øllum talentinum, uttan so at føroysk feløg fáa nakað afturfyri. Skal hettar gerast ein succes, so muga føroysk feløg og leiðslan í FC Amager tosa saman, um, hvussu teir hava hugsa sær at hettar skal gerast, so hettar kann gerast eitt samstarv millum føroysk feløg og FC Amager.

Sum sagt so liggur nógv orka, eisini peningalig, at menna leikarar, og tí slepst ikki undan at tosa saman, um hettar skal eydnast væl. Tað ynski eg, til gagns fyri føroyskan fótbólt.



Við fótbóltskvøðu,

Steinfinnur Mittelstein