Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óluksáliga gott

John William Joensen

Sigur Allan Mørkøre um avrikið hjá Føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti Georgia.
– Hatta var nakað av tí sum vit hava sakna leingi á Føroyska landsliðnum.

– Tað var stuttligt at sígga hvussu allir leikararnir offraðu seg og tordu at spæla fótbólt.

– Teir fingu pláss at spæla, og teir tordu at brúka plássið sum teir fingu.

– Nógvir leikarar luttóku í álopsspælinum og vóru vit eitt sindur hepnari so høvdu vit í minstalagið fingið javnleik.

– Stórsti munurin hesuferð var sjálvandi at landsliðsvenjarin hesuferð hevði fleiri av teimum leikarunum tøkar, sum hann ynskti sær, og at tað sást at leikararnir vóru tendraðir og fyrireikaðir til uppgávuna.

– Av tí at fleiri leikarar luttóku í álopsspælinum kom Rógvi eisini meira til sín rætt. Hann er sera dugnaligur at vinna luftbóltarnar og snitta teir víðari til viðleikararnar. Men tað krevur so eisini at viðleikarar eru tøkir at spæla til, og tað sóu vit stórar partar av dystinum mikukvøldið.



Alt lættari

Allan Mørkøre, sum í mong ár var fastur fúsur á landsliðnum, er glaður um úrslitið.

– Fyri einari viku síðan tosaði eingin um landsliðið, men í morgun verður dúgliga tosað um fótbólt millum mannað.

– Føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri at landsliðið klárar seg væl og fyri leikararnar sjálvar er tað munandi stuttligari at koma heim hesaferð.

– Nú er bara at vóna at góða gongdin stendur við og at vit halda fast um positiva fótbóltin.

– Avrikið hjá landsliðnum er eisini ein fjøður í hattin hjá landsliðsvenjaranum sum alla tíðina hevur havt tað sum mál at vit skulu spæla ein positivan álopssinnaðan fótbólt.

– Vit kunnu siga at seriøsa arbeiði sum verður gjørt kring landsliðið og úti í feløgnum gevur úrslit og vóru vit eitt sindur hepnari so fingu vit fulla úrtøku burtur úr stóru málmøguleikunum.

– Samanumtikið so var talan um ein ólukksáliga gott avrik.