Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðar skúlabygnaður í Klaksvík

Hannefía Joensen

Í samband við orðaskifti, ið hevur verið um skúlaverkið vil eg við hesum koma við nøkrum viðmerkingum.

Skúlaøkið er eitt álvarsmál, og skal tað tí takast í størsta álvara, og her má eg bara staðfesta at viðgerðin, sum eg havi kunnleika til ikki hevur verið nøktandi.



Var við til viðgerðina á býráðsfundi 06.02.07. Tá ið málið um skúlaverkið kom fyri høvdu vit sitið á fundi í einar tríggjar til fýra tímar. Málið um skúlaverkið var eftir míni metan eitt av høvuðsmálunum, og var eg tí vísur í, at tað fór at fáa eina seriøsa viðgerð.



Men sum ikki einaferð so brúktu samgongulimirnir tíðina ógvuliga óproduktivt. Meginparturin av tíðini bleiv brúktur til at kjakast um smámál, sum eftir míni tykki áttu at verið avgreiðslumál, tá so málið um skúlan kom á borði var gassið farið úr ballónini, og viðgerðin var hareftir. Hetta er nakað sum kemur alt ov ofta fyri.



Eg eri so avgjørt fyri nýhugsan, og tí stemmaði eg fyri eini loysn við tveimum skúlum og einari leiðslu. Men eg gjørdi samstundis vart við at tað var alneyðugt við einum evnisdegi hvar lærarar, skúlastýri og politikarar settust við borðið, soleiðis at málið kundi verða lýst frá ymiskum síðum. Hetta fekk eg lyfti um, men nú nærum tveir mánaðir seinri er einki hent. Eingin fundur og eingin temadagur.



Hoyrdi at Borgarstjórin var í fjølmiðlunum við undanførslum um at teir høvdu sent eitt skriv til Mentamálaráðið, men høvdu ikki fingið svar. Eg vildi fegin fingið at vita hvussu ofta borgarstjórin hevur rykt eftir svarið ?



Vit vita at tað almenna systemið eins væl og tað kommunala systemið er sera tungt at fáast við, og tí er neyðugt at slík álvarsmál verða fylgd upp. Tað er ikki nokk at senda eitt skriv og síðani seta seg aftur á og bíða. Nei, her skal brettast upp um armar, og tað skal ikki helmast í fyri enn eitt svar fyriliggur. Hetta skuldi ikki verði neyðugt at kunna teir royndu býráðslimirnir um. Nei, eg eri bangin fyri at heldur ikki her er nakað hjarta aftanfyri.



Í dag er støðan tann at vit hava næmingar, sum fáa ein sera góða frálæru, og aðrar sum fáa eina út av lagi vánaliga frálæru. Hetta havi eg gjørt vart við fleiri ferðir, men eg havi ikki fingið nakra reaktión. Hendan trupulleikan loysir tú ikki bert við at broyta leiðslubygnaðin. Landsstýrismaðurin førir so fram at vit skulu brúka meira pening soleiðis at tey í fyrsta til triðja flokk fáa fleiri tímar, hetta skiljið eg slettis ikki.



Hevði verið áhugavert at fingið at vita frá Landstyrismanninum um tað er staðfest at fleiri tímar til áðurnevndu flokkar fer at hækka støðið hjá næmingunum.



Fleiri tímar og hvat so??Eru tað tímar sum mangla fyri at lyfta næmingarnar uppá eitt hægri støði? Eg trúgvi ikki at so er.



Nei ístaðin fyri at hækka tímatali skulu vit hækka støðið á undirvísingini í tímunum.



Ok, verður tímatali hækka so hevur man gjørt okkurt???????

Tað, sum vit eftir míni fatan skulu nýta orku og pening til er at lyfta lærarastarvið upp á eitt hægri støði. Vit skullu seta Skúlastjórar/Leiðarar sum hava heimildir/evnir til at seta røttu lærarar í starv, og somuleiðis kunnu siga teir úr starvi, sum ikki megna hetta yrki. Tað, sum er mest umráðandi fyri meg í hesum máli er at tann rætti persónurin/persónarnir verða settir at stjørna skúlunum í Klaksvík. Peningurin, sum landstyrismaðurin ætlar at nýta til fleiri tímar til teir yngru flokkarnar átti heldur at verið brúktur til at hækka lønirnar hjá lærarunum munandi.



Mín fatan av lærarayrkinum er tann at tað hevur alt ov lítla virðing millum manna. Søguliga sæð so hevur lærarayrki altíð verið høgt í metum, men soleiðis er ikki longur, og tað meti eg vera stórt spell. Eg vil fara so langt og siga at lærarayrki er eitt tað mest umráðandi yrkið í landi okkara, har krøvini til læraran bert gerast størri og størri. Í samfelagnum vit liva í ídag vísir tað seg sum at skúlin skal standa fyri stórum parti av uppalingini av børnum okkara, tí foreldrini snøgt sagt hava ikki stundur til tað eftirsum tey eru bundin av at fáa endarnar at røkka saman. Eitt nýtímas heim ídag krevur 2 inntøkur. Hetta er sera álvarsamt.



Tí eri eg sera harmur um, at býráðspolittikara ikki taka hetta í størri álvara. Latið okkum fyri einaferð skuld lyfta í felag til frama fyri okkara ungdóm, framtíð Føroya.



Tað skal ikki misskiljast, vit eiga ein hóp av dugnaligum lærarum, og eg eri sera takksamur fyri teirra megnar arbeiði. Men tað má samstundis ásannast at tað eru næmingar, sum ikki fáa nøktandi undirvísing.



Vinarliga

Hans Arne Bertholsen

Býráðslimur