Fyri fyrstu ferð í søguni er grind deyð í Tjørnuvík
Tað var umleið kl. 10 í morgun, at ein bátur av Strondum fann eina grind tríggjar fjóðringar norður úr Stakkinum. Longu á middegi lógu hvalirnir á sandinum í Tjørnuvík.
Mett verður at einir 80 til 100 hval løgdu beinini á sandinum í Tjørnuvík.
– Hetta er fyrstuferð nakrar veit um at grind er deyð á sandinum í Tjørnuvík, sigur Asbjørn Djurhuus.
– Tjørnuvík bleiv fyri nøkrum árum síðan góðkend sum “royndar” hválvág og í hesum sambandinum fingu vit okkum onglar og annað sum til hoyrir.
– Sjálvt drápið vardi einans átta minuttir og tað má sigast at vera sera gott.
– Nýggju onglarnir royndust eisini sera væl.
Hvalirnir eru longu sleipaðir til Haldórsvíkar har teir vera skornir upp.
Umleið 40 bátar luttóku í drápinum.




