Jógvan Hansen, kendur frá Aria, og sum er við í íslendsku sangkappingini X-factor, var saman við íslendskum sjónvarpsliði á sera stuttari vitjan hjá foreldrunum ídag.
Orsøkin til at Jógvan kom hendan vegin var, at íslendska sjónvarpsrásin Rás Tvey, vildi gera eina vangamynd av Jógvani, nú hann er komin í finaluna sum sjálvur annar. Tað er ein íslendsk duett, sum er komin í finaluna saman við Jógvani, og tað áhugaverda í søguni er kanska, at tað var júst hendan duettin, ið hevði meldað Jógvan til íslendsku sangkappingina, har umleið 600 luttakarar byrjaðu. Kvinnurnar í sangbólkinum Hara eru vinfólk hjá Jógvani, so tað verður sera áhugavert og spennandi at vita hvør av teimum fer avstað við sigrinum.
Finalan verður send í íslendska sjónvarpinum Rás 2 tann 6. apríl.
Jógvan Hansen, sum er sonur Ásu og Helga Hansen, er búsitandi í Íslandi, og arbeiðir dagliga á eini frisørstovu har 15 fólk arbeiða og Jógvan eigur sjálvur 1/3 av fyritøkuni.
Ása hevði gjørt mat til fylgið sum kom, og eisini kom borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen á vitjan há Helga og Ásu, har íalt eini 30 kenningar og vinir vórðu samankomin við familjuni.
Jógvan og teir komu úr Íslandi um tveytíðina ídag, og skuldu yvir aftur við flúgvaranum kl. 8.00 í kvøld.




