Seinasti túrurin hjá Pison er av og lastin er full av fiski
Ikki kann annað sigast enn at seinasti túrurin hjá Pison eydnaðis sera væl.
Skipið er sprenfult av fiskið – eini 200.000 pund fyri 11 setur, og tað eru júst 14 dagar síðan Pison fór av Klaksvik.
Fiskiskapurin hevur verið góður allan túrin og nógv tann stórsti parturin er hýsa – eini 30 tons er toskur.
Hýsan er í bólki tvey og trí og einans 8-10% av hýsuni er í flokki eitt.
Sagt verður at hýsan er ikki so stór sum hon var fyrr í tíðini, og hetta er ikki bert galdandi fyri leiðirnar undir Íslandi men eisini her um okkara leiðir.




