Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator um at hava fulla last

Oliver Joensen

Tað hevur gingið væl síðani Atlantic Navigator kom í føroyskan sjógv at royna, í løtuni eru teir suðuri ímóti enska markinum.

Men veðrið hevur verið ólagaligt. So skjótt vit komu inn um markið bleiv sjaskveður, og ídag er rættuligt illveður, men veðurmenninir siga frá betri veðri í kvøld.
Síðani Atlantic Navigator kom í føroyskan sjógv at royna, hava teir ligið um 100 tons upp á dagin og hava nú umleið 1250 tons av surimi inni og eini 430 tons av mjøli.
Gongur sum gingist hevur seinastu dagarnar, so verða ikki fleiri dagar til teir fara at sigla.
Tey biðja heilsa heima og siga at tey hava tað øll gott.

Harleyfacadeacryl