Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við danska bólkinum AVE. Sun. 15. mai kl.17.00.

Høgni Klakkstein

Upprunaliga var ætlanin, at bólkurin skuldi spæla á Dávavirkinum, men av tí at arbeiðið á Dávavirkinum ikki er liðugt enn, er konsertin flutt niðan í Atlantis.
Kostnaður fyri konsertina er 50,- kr.

AVE er ein bólkur úr Odense, ið er við at vinna sær altjóða viðurkenning millum fólk í tónleikavinnuni.
AVE er ein av nýggjastu spennandi bólkunum úr Danmark.

Bólkurin skrivar sangir sprotnir út tíðarleysum evnum á einum andaligum og droymdandi støði.

Handverkið spennir víða. Frá uppspunnum samansettum evnum til meira jarðarbundnar akustiskar ljóðmyndir alla tíðina við eina tráðan eftir sjálvrannsakan og óvæntaðum lívsjáttandi rembingum.
Á hendan hátt, sum skjálvtar úr undirgrundini, skapa AVE teirra egnu sermerktu ljóðfløtur. Brakandi ljóðføring, diskantir streingir og ein sermerkt songrødd gera ein samanburð við klassiskan tónleik tó í einum dagførdum hami.

Tá Ave framføra tónleik teirra á pallin, dámar teimum væl at krydda framførðslurnar við ljóðførum og aðrari útgerð í leiða tankarnar aftur í 1930’ini.
Lurtarin kemur á ferð aftur í hugnaligu tíðirnar við jazz-klubbum tó við tónleiki frá einum heilt øðrum heimi.

Seinasta útspælið frá AVE er ein EP ið nevnist “Follow Your Saint”. Her er lagt upp til eina forvitnisliga ferð, ið loyvir lurtaranum at hella seg afturá og njóta upplivingina.

Við í AVE eru:

Dennis Winterskov – Sang, Ljóðborð, Trompet.
Søren Brylle – Bass, Ljóðborð, Forrit, Framleiðsla.
Ramus Brylle – Trummur.
Michael Rønnow – Guitar.