Grindin er nú komin suður ímóti Fossanesi, og ætlanin er at halda henni til við Sandoyrað.
Hóast tað hevur gingið eitt sindur striltið við rakstrinum, so hava menn vónir enn. Myrkrið er ikki rættuliga komið á enn, og eydnast tað at halda til um einar 20 minuttir, so skuldi farið at borið til, segði heimildarmaður okkara, sum er við í grindini í Hvannasundi.




