Klaksvíkar Sløkkilið hevur seinastu tíðina arbeitt við at flyta úr gomlu "Brandstøðini" og norður í Strandferðslubygningin á Varpinum.
Vit vitjaðu inn á gólvið hjá sløkkiliðnum og fingu eitt lítið prát við Finn Hansen, sløkkiliðsleiðara.
Finn fegnast um, at sløkkiliðið nú nærum er liðugt við at flyta í nýggju hølini.
Sum tit síggja, so er her rúmsátt hjá okkum og harafturat er økið rundanum sera væl egnað til júst hetta endamálið, tí tað er lætt atkomiligt og frítt er fyri til allar síðir.
Sunnudagin 29. apríl, tá tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, er ætlanin at vit skulu hava móttøku her á nýggju sløkkiliðsstøðini. Tá fara vit at sýna hølini fram, eins og Norðoya Bjargingarfelag, politiið, ambulansatænastan, Trygdarmiðstøðin og vit í Sløkkiliðnum eisini fara at sýna amboðini fram. Ætlanin er eisini, at tyrlutænastan hjá Atlantsflog skal vera her á Varpinum hendan dagin, so vit ætla at hetta skal vera ein dagur, har møguleiki er hjá fólki at kunna seg meira um tað arbeiðið, sum Klaksvíkar Sløkkilið fæst við.
Vit fara at kunna meira um hetta tiltakið seinni, sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari við Norðlýsið.




