Eivind av Reyni og fyritøka hansara, Reyni Service høvdu forkunnuga vitjan við Borðoyarvík ídag.
Stjórin á Toyota í Danmark, Flemming Bak og fýra av deildarleiðarum hansara komu við flúgvaranum ídag, og vitjaðu fyrst í Klaksvík, har teir vóru sera ovfarnir av snotiliga verkstaðnum og framsýningarhølunum hjá Reyni Service við Borðoyarvík.
Tá vit spyrja Eivind um orsøkirnar til vitjanina, sigur hann, at vanligt er at økisleiðarin, ið hevur Føroyar um hendir kemur hendanvegin at fundast við okkum um føroyska marknaðin og viðurskifti annars í samskiftinum við Toyota Danmark, men hesaferð valdi stjórin sjálvur at koma, og kunna seg eitt sindur meira um Føroyar og føroysk viðurskifti.
Aftaná vitjanina í Klaksvík, verður farið til Havnar at síggja umstøðurnar har.




