Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaupthing kollveltir rentuna

Oliver Joensen

Kaupthing Bank fer av álvara inn í kappingina um innlánskundar.

Kaupthing Bank fer av álvara inn í kappingina um innlánskundar. Bankin lovar nú verandi og komandi kundum 4% í innlánsrentu uttan uppsøgn. Hetta er ein munandi hægri renta enn tað, sum kundar eru vanir við í Føroyum. Innlánsrentan í Føroyum hevur leingi verið lítil og eingin. Kaupthing bjóðar privatum og vinnuligum kundum eina høga rentu, sum næstan er á hædd við marknaðarrentuna.

Í løtuni er millum fólk ein rættiliga stór uppsparing, sum ikki er bundin. Tey fáa vanliga sera lága innlánsrentu, gjarna 0,1%, soleiðis at inniognin stendur í stað heldur enn at vaksa. Kaupthing Bank bjóðar høga rentu uttan uppsøgn. 3% fyri innistandandi undir milliónina, og 4% í rentu um tú eigur meira á bók.

Við hesum leggur Kaupthing Bank seg á odda í at fylgja gongdini uttanlands, har tað verður alt meira vanligt at bjóða kundum góða innlánsrentu.