Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arsenal-fjepparar stovna felag í Føroyum

Hannefía Joensen

Leygardagin klokkan 11 fara føroyskir Arsenal-fjepparar at stovna sítt egna felag, sum helst fær navnið Arsenal Faroe Islands, við undirheitinum Arsenal Føroyar. Stovnandi aðalfundurin verður í Manhattan í Havn, og aftaná fara fjeppararnir saman at hyggja at, hvussu Arsenal stendur seg ímóti »arvafíggindunum« úr Tottenham.

Sum øll hini stóru fótbóltsfeløgini í Onglandi, hevur Arsenal eisini nógv viðhaldsfólk í Føroyum, og nú verður so langt um leingi tikið stig til at savna hesi í eitt føroyskt fjepparafelag, ið ætlandi skal fáa góðkenning frá sjálvum móðurfelagnum, Arsenal Football Club í London.

Stovnandi aðalfundurin verður í Manhattan í Havn leygardagin 21. apríl klokkan 11 fyrrapartin, og ætlandi fær hetta nýggja felag navnið Arsenal Faroe Islands, við undirheitinum Arsenal Føroyar, ið helst verður mest brúkta heitið í føroyskum høpi.

Tað er kanska ikki heilt av tilvild, at fyrireikararnir hava valt júst henda dagin, tí klokkan 12.45 er stóra London-uppgerðin á skránni, tá Arsenal vitjar »arvafíggindarnar« úr Tottenham. Hetta er ein av teimum dystunum, Arsenal-fjepparum dámar allarbest at vinna, so tí er vónin, at bara hetta agnið kann lokka áhugað at møta á stovnandi aðalfundinum.

Fyrireikararnir vita av góðum grundum ikki um øll, sum eru áhugað í einum slíkum fjepparafelag, men hava tó fingið skavað nøkur nøvn saman, so innbjóðing er send útivið hundrað fjepparum. Men stovnandi aðalfundurin er opin fyri øllum sonnum Arsenal-fjepparum, so vónin er, at mong onnur eisini møta upp og gerast limir frá byrjan av.

Byrjaði við hugnaløtu
Spírin til nýggja felagið er eitt tiltak, sum varð fyriskipað í sambandi við Champions League-finaluna í fjør, tá Arsenal møtti spanska FC Barcelona, men tíverri mátti lúta til síðst. Talan var tó um eitt gott tiltak, ið staðfesti, at áhugin fyri »The Gunners« so sanniliga er stórur í Føroyum.

Tað tiltakið hevði sum so ikki annað endamál enn at skipa fyri einari hugnaløtu saman við góðum Arsenal-vinum, men líka síðani hevur stig fyri stig verið arbeitt við ætlanini at seta eitt alment viðurkent fjepparafelag á stovn, ið fær sama status sum líknandi fjepparafeløg rundan um okkum.
Fyrireikararnir hava verið í sambandi við Arsenal Football Club og haðani fingið sendandi tað tilfar og tær treytir, ið verða settar fjepparafeløgum, skulu tey fáa viðurkenning frá sjálvum Arsenal. Síðani eru viðtøkur tilevnaðar, so tær bæði er í tráð við vanligar felagsviðtøkur í Føroyum og samstundis uppfylla tær treytir, Arsenal setir slíkum feløgum.

Fær felagið neyðugu viðurkenningina, fylgir ymiskt við, so sum rætturin at selja Arsenal-skreytlutir, umframt at tað helst verður munandi lættari at fáa atgongumerki til heimadystir hjá Arsenal, so eitt nú føroysk Arsenal-ferðaløg kunnu fara til Emirates-leikvøllin í London at síggja liðið spæla.

Skulu bara halda við Arsenal

Í uppskotinum til viðtøkur fyri Arsenal Føroyar verður millum annað sagt, at »allir føroyingar ella fólk búsitandi í Føroyum, sum halda við Arsenal, kunnu gerast limir í felagnum«. Somuleiðis verður lagt upp til at velja nevnd við trimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum, ið skal stjórna nýggja felagnum.

Skotið verður somuleiðis upp, at limagjaldið verður sett til 250 krónur um árið, sum er tað vanliga í Arsenal-feløgum í londunum uttan um okkum. Fyrireikararnir vóna, at fjeppararnir eru sinnaðir at gjalda fyrsta limagjaldið á stovnandi aðalfundinum, so felagið fíggjarliga fær eina góða byrjan.

Endamál felagsins verður at stimbra og menna áhugan fyri Arsenal, at fáa Arsenal-fjepparar í Føroyum at standa saman og at skipa fyri tiltøkum. Í uppskotinum til viðtøkur verður somuleiðis sagt, at talan verður um eitt umsitingarliga og leiðsluliga óheft felag.

Fyrireikararnir eru fegnir um, at taðfær innivist í Manhattan frá klokkan 11 leygarmorgunin og nakrar tímar fram, so felagið kann verða sett á stovn og allir fjeppararnir saman kunnu hugna sær við útidystinum ímóti Tottenham aftaná. Heitt verður á øll áhugað um at møta stundisliga.