Føroya Løgting samtykti at veita stuðul til eitt nú Norðoyatunnilin á fíggjarætlanini í ár, og nú fer nevndin at taka støðu til lækkingina.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunlinum, sigur, at nú er greitt hvussu veitingin til tunlarnar verður útgoldin og tí fer nevndin nú at taka støðu til lækkingina.
Vit nevndu fyri Dáva R. Hansen, stjóra at tað liggur á ljóði at vit kunnu vænta eina lækking upp á 40% í tunnilsgjaldinum frá 1. mai.
Hetta avsannar Dávi, hann sigur, at fundardagurin ikki enn er ásettur og hann heldur ikki at ein lækking upp á 40% er realistisk.




